Deyðin er ikki endin

Skrivað: Jonhard Jógvansson

“Um deyð ikki rísa upp, "tá latum okkum eta og drekka, tí at í morgin doyggja vit!" (1 Kor 15,32)

Um deyð ikki rísa upp; um Jesus ikki er risin upp; um lív eftir deyðan als ikki finst, íðan, so er kristna trúgvin ein følsk trúgv. Tá er hetta lívið tað einasta, sum vit hava, og deyðin fær hitt síðsta orðið. Men um Jesus hinvegin veruliga er risin upp frá deyðum, so merkir hetta, at kristna trúgvin er sonn, og at deyðin als ikki fær tað síðsta orðið. Hin avgerandi spurningurin er sostatt: Hendi tað veruliga? Reis Jesus veruliga upp frá deyðum?

Um vit royna at finna eitt svar uppá henda spurning í ljósinum av øllum teimum søguligu ábendingunum, tá er svarið eitt avgjørt “ja”. Eitt veruligt undur er farið fram í og við persóninum Jesusi Kristi. Og júst hetta gevur lívinum eitt heilt nýtt og vónríkt innihald. Deyðin er ikki endin!

Kendi prædikumaðurin, Billy Graham, bygdi sítt lív og virki á hesa trúgv. Og hetta var eisini nakað, sum hann kundi hvíla í í møtinum við deyðan. Í einari bók sigur hann nakað soleiðis: “Ein dagin fara tit at lesa, at Billy Graham er deyður. Hetta skulu tit als ikki trúgva. Ta stund fari eg at vera meira livandi, enn eg eri nú. Tá havi eg bara fingið ein nýggjan bústað og eri gingin inn til nærveru Guds.”

Ein dagin fara tey eisini at lesa, at vit eru deyð, men tað skulu tey als ikki trúgva. Ta stund fara vit at vera meira livandi, enn vit eru nú. Tá hava vit bert fingið ein nýggjan bústað og eru gingin inn til nærveru Guds. Hetta er vónin, sum vit eiga í okkara upprisna og livandi frelsara, Jesusi Kristi.