Dýrgripurin er at finna!
“Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina” (Matt 13,44).
Hesin dýrgripurin er tøkur fyri teg og meg. Hann liggur bara og bíðar eftir at blíva funnin. Dýrgripurin er nevniliga eitt pláss heima hjá Gudi.
Vit, sum liva her í Føroyum, eru vælsignað við talu- og trúarfrælsi, og vit kunnu til eina og hvørja tíð siga tað, sum vit meina og halda. Harafturat eru vit í tí hepnu støðu, at vit liva í einum kristnum landi, har Guds orð dúgliga verður boðað.
Ikki kann sigast annað, enn at vit, sum búgva her, hava serliga góðar umstøður at finna Guds ríki. Eg vil siga, at møguleikin at finna dýrgripin er líka stórur, sum IKKI at vinna Gekkin. Men fyri at finna, mugu vit leita.
Spurningurin er bara, um eg og tú ynskja/tíma/vilja leita.
So situr tú kanska og hugsar: Hvussu kann eg so fáa frið við Gud, so mær kann ognast eitt pláss heima í himli?
Uppskriftin er ikki innviklað:
Eg má fyrst og fremst sjálvur ynskja at finna frið hjá Gudi.
Síðan er at lesa í Guds orði, tí tað er har, Gud er at finna. Biðja til Guds, tí Gud hoyrir allar okkara bønir, og tað at fara har, sum Guds orð verður boðað, ger, at vit nokk skulu finna frið hjá Gudi.
Tað løgna við øllum hesum, sum hevur við Gud at gera, er, at tað er als ikki innviklað, bert so sára einfalt. Skrivað stendur í Ápostlasøguni 16,30 og 31: “og hann leiddi teir út og segði: “Harrar, hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?” Men teir søgdu: “Trúgv á Harran Jesus, og tú skalt verða frelstur og hús títt.”