Eg eri ov ung
"Tá segði Harrin við meg: Sig ikki: Eg eri so ungur! Men far allar staðir, hvar eg so sendi teg, og tala alt tað, sum eg bjóði tær." (Jer 1,7)
Hetta sigur Harrin við Jeremia, og hetta sigur hann eisini við okkum.
Eg plagdi altíð at brúka hesa umbering, tá tað var vitniløta. Óansæð um tað var til juniormøti, ungdómsmøti ella sunnukvøldsmøti. Eg føldi altíð, at eg kundi ikki siga nakað, tí eg var ov ung. Ofta sat eg og hugsaði um, hvussu gomul hini, ið vitnaðu vóru, og segði við meg sjálvan, tá eg verið líka gomul sum handan ella hasin, tá fari eg at vitna. Sum eg bleiv eldri, skilti eg meir og meir, at eg fari altíð at føla, at eg eri ov ung – tað hevði einki við aldurin at gera.
Tí dámar mær so væl hetta ørindið, sum fortelur okkum, at Gud eisini vil brúka tey, ið halda, at tey eru ov ung.
Ørindið kann eisini vera deilt í tvey. Also Gud sigur fyrst, at hann vil brúka okkum, og síðani sigur hann eisini, at vit vera ikki send einsamøll út. Vit skulu tala tað, sum Gud bjóðar okkum. Also vit eru hvørki ov ung ella einsamøll – hvat hava vit tá at óttast?