Ein glaður gevari

Skrivað: Estera Pirosca Escobar
Týtt: Ernst Súni Magnussen

Ein og hvør gevi, eins og hann hevur sett sær fyri í hjarta sínum, ikki av óhugi ella av neyð; tí at Guð elskar glaðan gevara. 2 Kor. 9,7

Dagsins skriftstað: 2 Kor. 9, 6-15

Niklas, sum var føddur í triðju øld, ánaði lítið, at fleiri øldir eftir, at hann var deyður, fór hann at verða kendur sum Jólamaðurin (Santa Claus). Hann var bert ein vanligur maður, sum elskaði Guð og av álvara tók sær væl av fólki. Eisini var hann kendur fyri at vera gávumildur og at geva av ognum sínum.

Søgan er kend. Niklas hevði hoyrt um eina familju, sum var í sera trongum fíggjarligum korum. Hann fór til hús teirra og tveitti ein posa av gulli inn ígjøgnum eitt opið vindeyga. Posin lendi í einum skógvi ella eini hosu, sum lá nær við fýrstaðin/grúgvuna.

Langt áðrenn hesa hending, heitti Paulus ápostulin á tey trúgvandi í Korint um at geva við gleði. Hann skrivaði til teirra, um ta stóru fíggjarligu neyð trúðarsystkini í Jerusalem vóru í, og eggjaði korintfólki at geva ríkiliga. Paulus greiddi teimum frá fyrimunum og signingum, sum komu til tey, sum vildu geva av sínum ognum. Hann minti tey á, at “tann sum sparsamliga sáar, skal eisini sparsamliga heysta; og tann, sum sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum” (2 Kor. 9,6). Sum eitt úrslit av at geva ríkiliga vildu tey uppliva “…at tit í øllum lutum verða ríkir til alla gávumildi” (v. 11), og at Guð fær heiður.

Faðir, vilt tú hjálpa okkum at vera glaðir gevarar, ikki bert um jólini, men alt árið. Takk fyri títt ósigandi gávumildi, at tú gavst okkum tína “ósigandi gávu!” (v. 15).