Ein orðsins boðberi

”Men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin burtur. ”
Mark 14,52

Ein lítil bók breiðir seg úr einum landi í annað. Á hvørjum ári verður hon týdd til okkurt mál. Hon er so lítil, at hon rúmast í hvørjum jakkalumma. Tú nært at lesa hana eftir einum kvøldi. Hon verður lisin um allan heim. Bæði í New York og í frumskógini í Afrika. Her verður hvørki hugsað um ta lítlu reyðu hjá Mao ella um brot frá Das Kapital eftir Karl Marx, men harafturímóti um eitt lítið óundirskrivað rit úr fyrstu øld, sum í 16 stuttum kapitlum teknar eina greiða og livandi mynd av einum manni úr Nasaret, sum æt Jesus. Høvundurin mundi ikki hava tær stóru hugsanirnar um sítt skaldsliga avrik, og helt seg óivað bert gera sína neyðugu skyldu, tá ið hann setti sær fyri at skriva niður tað, ið hann hevði hoyrt onnur siga frá, og sum hann sjálvur hevði sæð nakað av teir tólv hundrað dagarnar, Jesus steig fram á søgunnar leikpall í Judea og Galilea. Tað mundi vera tí, at hann ikki setti navn sítt í bókina.

Bert einastaðni kemur hann inn á seg sjálvan. Á ein stillfarandi hátt greiðir hann frá hendingini í Getsemane, har Jesus bleiv tikin, og vinirnir flýddu. ”Og ein ungur maður fylgdist við honum, og hann hevði sveipað eitt línklæði uttan um sín bera kropp. Og teir tóku hann. Men hann slepti línklæðinum og flýddi nakin burtur. ” Mark.14,51-52

Gjøgnum aðrar partar av Nýggja Testamenti fáa vit varhuga av, at tað var heima hjá Markusi, Jesus innsetti ta heilagu kvøldmáltíðina og gav lærusveinunum tær seinastu frágreiðingarnar um framtíðina. Markus hoyrdi ikki upp í lærusveinaflokkin, men sníkti seg aftaná flokkinum, tá ið hann hvarv út í myrkrið ta longstu náttina í søguni. Seinni slapp hann við sum triðimaður á fyrstu missiónsferðini hjá Paulusi; men eftir at tveir teir fyrstu partarnir av ferðini vóru lagdir aftur um bak, vendi hann heim aftur, tí hann longdist so illa. Seinni fór hann kortini heilhugaður aftur upp í missiónsarbeiðið í tí ungu kirkjuni; kanska var hesin ósigurin orsøkin til, at hann valdi at vera ónevndur í hesum kollveltandi skrivinum. Í dag er hann heimsins mest lisni høvundur, og rit hansara finst á úti við 2.000 málum.

Markusar evangelium er bert eitt av teim fýra evangeliunum, og vit eiga at lesa tey øll somul, um vit vilja vita meira um Jesus Kristus. Men einastaðni má byrjast. Og tá er hóskandi at leggja fyri við frásøgnini hjá Markusi, sum er næstfremsta bókin í Nýggja Testamenti. Men neyvan finnur tú nógv, um tú bert lesur hana ígjøgnum í skundi. Er tað nakra staðni, vit ikki mugu kvika okkum ov nógv, so er tað, tá ið vit leita í Guds orði eftir ódeyðiligum virðum. Her lesur tú hóast alt ein høvund, sum granskarar og týðarar í 1900 ár hava hildið verið verdan at tulka til mál, sum hundraðtals milliónir av menniskjum tala.

Títt orð er, Gud, várt arvagóðs,
tann arv vit bestan fingu,
í grøv, veit okkum, Gud, tað rós,
at leidd av tí, vit gingu,
tað er vár hjálp í neyð,
vár troyst í lív og deyð.
O, Gud, ið hvussu fer,
lat, meðan verøld er,
tað fólks várs arvur vera.