Ein sum Móses, og tó nógv størri

Skrivað: Øssur Kjølbro

”Harrin, Gud tín, man vekja upp av brøðrum tínum profet, tílíkan sum meg; hann skulu tit lýða á” (5 Mós 18,15).

Tað er Móses, sum tosar við ísraelsfólk, beint áðrenn tey fara inn í landið, sum Gud hevur lovað teimum. Móses sleppur ikki inn við sjálvur og gevur tí eftir Guds fyriskipan Jósva ábyrgdina fyri at leiða fólkið.

Tað kann ljóða heldur nasadjarvt í okkara oyrum, at Móses samanber Messias við seg sjálvan. Men á hvønn hátt kunnu teir samanberast?

Móses var hann, sum fríaði fólkið frá trældóminum í Egyptalandi. Móses var leiðarin, sum vísti fólkinum, hvagar tey skuldu ganga, so tey komu til eitt land, sum fleyt í mjólk og hunangi. Móses syrgdi fyri teimum, eitt nú við at sláa á klettin, so vatnið floymdi út. Móses var talsmaðurin, sum talaði fólksins søk fyri Gudi, og millumgongumaður millum Gud og Ísrael. Hann møtti Gudi andlit til andlits. Hann var ein profetur.

Kortini sigur Móses ikki, at hann er nakar frelsari ella Messias. Tí menniskjað hevur nógv størri trupulleikar at stríðast við enn egyptar og kánáanitar. Menniskjans veruligi trældómur og neyð býr innií okkum. Bíblian kallar tað synd og skuld, og tað skal meira enn eitt menniskja sum Móses til at basa tí.

Tí peikar Móses á ein annan, men ”hann skal líkjast mær.” Tí hann skal bjarga okkum frá synd, vísa okkum vegin ígjøgnum lívið, syrgja fyri okkum í gerandisdegnum og vera veruligi millumgongumaðurin millum okkum og Gud. Ja, hann skal frelsa okkum frá djevulsins trældómi og Guds vreiði.

Og hann kom veruliga! Tí eru vit so spent í adventini, og tí gleða vit okkum til at halda jól!

 

Hendan andaktin er skriva við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994