Ein viti…

Skrivað: Hanna Skorastein

Í summar høvdu vit nakrar frálíkar dagar í góðveðrið úti í Mykinesi. M.a. gingu vit niðan á Knúk. Komin næstan niðan á, komu vit fram á minnistalvuna, sum er sett til minnis um tey, sum lótu lív í flogvanlukkuni. Meðan vit stóðu har eina stilla løtu og tankarnir fingu loyvi at reika, vendu vit okkum vestur eftir, og har møtti okkum ein serlig sjón. Tað var bert hagi og sjógvur at hóma so langt eyga sá – og so vitin úti í hólminum. Bygdin sást ikki, men vitin. Ljós. Vegvísari.

Hetta var ein serlig løta, eg haldi at enntá børnini skiltu boðskapin, og álvarsemi hjá okkum vaksnu. Hvagar festi eg míni eygu? Hvør er mín vón? Hvagar fari eg við øllum mínum lívsins viðurskiftum?

“Eg eri ljós heimsins.” Sigur Jesus í Jóhs. 8,12. Og í Matt. 11,28: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.”

Jesus er okkum ljós og lív, vernd og verja og troystari. Tað er til hansara vit kunnu venda okkum við øllum okkara lívsins viðurskiftum. Hansara favnur er altíð opin. Og tíðum missa vit hann kanska úr eygsjón, men altíð kunnu vit aftur festa eygu okkara á hann. Hansara ljós slóknar ikki, tað eru ikki bert blink, og so sæst hann ikki. Nei, hansara ljós lýsir, vit skulu bert festa okkara eygu á hann.