Einans gimsteinar
”Men síðsta dagin, tann størsta á hátíðini, stóð Jesus har og rópaði og segði: »Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki! ”
Jóh.7,37
Ein arabari strevaði seg gjøgnum oyðimørkina, útlúgvaður av svongd og tosta. Tá fekk hann eyga á ein posa, sum lá har í sandinum. Grammur treiv hann posan og álaði hann sundur. So blakaði hann posan frá sær við einum vanvirðisligum viðbragdi og tók til orða, vónsvikin og argur: ”Áh, tað vóru einans gimsteinar. Eg helt tað vóru dadlur.”
Øll mannaættin rennur eftir tí, sum glitrar og glógvar. Tað, sum glitrar, hevur ein ómetaligan atdrátt. Blindað av hesum fúka menniskju avstað eftir makt, æru og rósi. Mong náddu tað, men gjørdust vónsvikin, tí tað, tey veruliga leitaðu eftir, funnu tey ikki.
Teirra jagstran eftir lukku gjørdist til eitt vónbrot. Í staðin fyri nøgdsemi kom tað at vera tómleiki. Tey væntaðu at finna eina oasu, men tey funnu seg sjálvan í eini oyðimørk.
Ein slíkur dagur kemur í hvørjum mannalívi. Alt, sum glógvar og glitrar, vil missa sín ljóma. Gimsteinar eru nýtiligir til veitslur og í handli, men uttan virði fyri eina svanga sál.
Var einki meira at finna og fáa? Hevði heimurin nakað meiri at geva enn ein posa við gimsteinum? Kann hann ikki geva sálarføði og hjartafrið? Og ríkidømi, heiður, rós og makt mugu svara nei – vit kunnu ikki.
Alt tað, heimurin kann geva, er ein stokkut njótan av syndini. Heimurin og hansara lystir vilja ganga undir í eini oyðimørk av tómleika, vónbrotum, hati og vónloysi. Tá dugir tað ikki, sum glitrar í sólskininum. Maðurin leitaði eftir dadlum! Sanniliga, tað finnast dadlur í oyðimørkini.
Jesus rópar til hina troyttu sálina: ”…»Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki!”
At koma til Jesus er at viðganga syndir sínar fyri honum. Trúgv Guds tilboði um náði fyri allar syndir tínar fyri Jesu Krists skuld eina, og tú vilt uppliva, at oyðimørkin verður ein oasa.
Syndin broytti Paradísið til eina oyðimørk. Syndanna fyrigeving broytir oyðimørkina til eitt paradís.
Gríp tí ikki eftir tí, sum glitrar í løtuni, men gríp hitt æviga lívið nú!