Eins og á Nóa døgum.

Skrivað: Kaj Eli Hansen

Hetta er ættarsøga Nóa. Nóa var maður rættlætur og gudrøkin í síni øld. Nóa gekk við Guði. 1. Mós 6,9

Hvat eru hetta ikki ein fantastisk lýsing av einum Guðs manni.

Nóa var RÆTTLÆTUR; GUÐRØKIN og GEKK VIÐ GUÐI.

Hetta var tað sum eyðkendi Nóa, í eini tíð sum var merkt av guðloysi, synd og yvirgangsverkum. Men Nóa helt fast við Guðs orð og lyftir.

Pætur apostul hevur eisini eina lýsing av Nóa í 2. Pæt. 2,5, har hann skriva um Nóa, at Nóa var rættferðarboðari.

Tá ið Nóa var farin undir at byggja ørkina, hevur hann staði og boða um bjarging frá komandi dómi, hann hevur boða um rætt og náði fyri fólkinum, men tey vildu ikki lurta.

Tíðin hjá Nóa, verður samanlíkna við tær síðstu tíðina, áðrenn Jesus kemur aftur,

Tað sum eitur rætt og rættferð, skal verða háa og spotta, tí menniskjan livir í synd, og ynskir ikki at gera upp við sína synd.

Jesus sigur í Matt. 24,37: Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða.

Hvussu hava orðsins sannu boðarar tað í dag, í Føroyum?

Verður tað boða, at menniskju liva í synd, og liva ikki samsvarandi Guðs orði, ja, so verða tey stempla sum ótíðarhóskandi, og at Guðs orð ikki skal takast so bókstavuligt.

Eins og á Nóa døgum, tá kemur menniskjusonurin. Hvar munnu vit verða á tí tíðarlinjuni??