Eitt sterkt torn
"Harrans navn er eitt sterkt torn, hagar flýggjar hin rættvísi og er vardur" (Orðt 18,10)
Í miðøldini vórðu nógvar borgir bygdar runt um í Europa, millum annað í Onglandi. Felags fyri nógv tær flestu borgirnar er, at tær hava torn. Nógvar hava fleiri torn, men summar hava bara eitt. Tornið í borgini hevði ein serligan leiklut. Haðani bar til at síggja langt, soleiðis at fíggindin ikki kundi sníkja seg inn í borgini. Men, um tað skuldi hent, at borgin varð tikin, so var tornið tann seinasti skansin. Hagar flýggjaðu fólkini, sum búðu í borgini. Trappurnar í torninum gingu altíð uppeftir við klokkuni. Tí var tann, sum leyp á borgina, noyddur at hava svørið í vinstru hond meðan tann, sum skuldi verja borg kundi hava svørið í høgru hond. Hetta var ein fyrimunur fyri tann, sum skuldi verja.
Í okkara lívi møta vit bæði viðgongd og mótgongd, og viðhvørt kann tað kennast, sum verða vit álopin. Hvar skulu vit tá flýggja? Bíblian sigur okkum, at um vit vilja vera vard, so skulu vit flýggja til Harrans navn. Harrans navn er eitt sterkt torn. Hetta er gott at vita. Eitt sterkt torn er sterkt, og tað vikast ikki, líkamikið hvussu umstøðurnar eru.
Hvussu gera vit so, tá ið vit flýggja til Harrans navn, og hvar kunnu vit flýggja til hansara? Bíblian sigur okkum, at hetta er ikki tengt at einum ávísum staði ella máta. Men hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. (Jóel 3,5a). Boðskapurin í bíbliuni er sostatt, at tann sum ákallar Harrans navn ella flýggjar til hansara navn, skal verða frelstur ella vardur.
Um tú flýggjar til Harrans navn, so verður tú eisini bjargaður.
Vár Gud er føst og haldgóð borg,
har vit væl vardir standa,
hann hjálp vár var í hvørji sorg,
vár vernd í hvørjum vanda;
nú fjandin vreiður er
og fram við grimdum fer,
hann roynir svikaráð
og okkum herjar á,
ei finst á jørð hans líki.
MS 403