Er Harrin hirði tín?
Í nógvum heimum í Føroyum og aðrastaðni, hanga ymisk skriftstøð omanfyri hurðina. Tað er nógv ymiskt, ið stendur á hesum skriftstøðum, og eisini nógv, sum vit als ikki geva okkum far um. Eitt av teimum kendu er ”Harrin er hirði mín”. Júst hetta er nakað, ið vert at stegða á við.
Í einum heimi, har eitt slíkt ”skelti” verður hongt upp, hevur skeltið allarhelst sagt nakað serligt tá tað er komið upp at hanga, men sum tíðin er gingin, so verður lagt minni og minni merki til hetta ”skeltið” og kanska enn minni tað, sum stendur á. Ikki fyrr enn ein, ið er fremmandur í húsinum kemur inn verður aftur lagt merki til hetta. Tá kemur hetta fram aftur og møguliga eisini innihaldið.
Men er tað bert tá onkur annar leggur merki við ”skeltið”, at tú sært tað?
”Harrin er hirði mín” – hetta er nakað , sum tey allarflestu kenna og hava hoyrt ofta. Ein kendur sálmur av Dávidi (Sálmur 23), sum nógv duga uttanat, og eru uppvaksin við. Men er hetta eins og við ”skeltinum” at hetta er nakað, sum tú ikki hugsar um og ”gloymir”? Jesus er okkara hirði. Hann hevur umsorgan fyri okkum og elskar okkum. Men fær hann loyvi at verða hirðin í tínum lívi, og fær hann loyvi at vísa tær hvønn veg tú skalt ganga?
Sálmur 23:
Ein sálmur av Dávidi. Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni.Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg. Mær borð tú reiðir fyri eygunum á fíggindum mínum. Við smyrsli tú salvar mítt høvur, bikar mítt yvir flýtur. Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar. Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir.
Hevur tú sæð ”skeltið” við tína hurð? Hevur tú sæð, at Harrin vil verða hirði tín alt lívið? Ikki bara tá tað stendur illa til, men eisini í góðum tíðum. Les tí ”skeltið” eisini, tá tú ert glað/ur ella kedd/ur, tí Harrin er hirði mín. Er hann hirði tín?