Ert tú fødd/ur av nýggjum?

Skrivað: John Mortensen

Hetta er eitt grundleggjandi hugtak í evangeliinum. At Jesus kom at frelsa okkum syndarar og geva okkum nýtt lív.

Jesus nýtir ymiskar myndir at lýsa hetta nýggja lívið. Í Jóhannes 3,3: ”Eingin kann síggja Guds ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.” Og í Efesusbrævinum 4,23-24, at vit skulu verða endurnýggjað í anda huga tykkara.

Men hvat er galið við okkara gamla likami, at vit skulu endurnýggjast og føðast av nýggjum?

Tá ið vit koma til trúgv á Jesus, ja, tá byrja vit eina lívslanga ferð, sum hevur eina varandi broyting av okkara hugi og hjarta við sær. Tað hendir ein sjónlig markering í okkara lívi. Vit livdu eitt lív áðrenn og eitt nýtt aftaná. Bíblian lýsir tað soleiðis í Seinna korintbrævi 5,17: ”Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!”

Okkara hugur stýrir øllum, sum vit gera. Avbjóðingin er tí, at næstan alt, vit gera og hugsa, er impulsivt… og vit kunnu tí ikki liva eftir nøkrum moralskum lista. Soleiðis at skilja, at endurnýggjanin av huga okkara stingur djúpari, enn at vit royna ikki at synda, royna at gera gott og hugsa góðar tankar. Tí tá eru vit bara religiøs og liva undir lógartrældómi.

Vit hava tørv á Guds frelsu til at liva tað nýggja lívið og dagliga at verða endurnýggjað í huga okkara.

Má Jesus signa okkum til tað.