Friður á jørð ella gev mær frið?
Hirðarnir hvukku við, tá ið eingil Harrans knappliga stóð hjá teimum, og kunngjørdi teimum, at í dag var ein frelsari føddur. Eingilin segði eisini millum annað: “Heiður veri Gudi í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!” (Luk 2,14)
Men hvør er hesin friður?
Jødarnir væntaðu, at Jesus var tann kongurin, ið skuldi koma við svørði og vinna á rómverjum, sum tá valdaðu yvir teimum, og soleiðis geva teimum frið. Tá hann seinni ikki vísti seg at vera tann krígshetjan, sum teir høvdu væntað, vendu teir honum bakið og hongdu hann upp á ein kross.
Nei, Jesus kom ikki fyri at geva okkum ein slíkan frið! Ikki ein frið sum er tengdur at politiskum semjum ella av einari neyðsemju, gjørd ímillum tveir partar.
Friðurin, sum her er talan um, er tann innari friðurin, sum eg og tú fáa, tá ið vit liva í einum røttum, persónligum sambandi við Gud. Ein friður, tá eg og tú hava upplivað syndanna fyrigeving frá Gudi.
Ein friður, sum ikki broytist í takt við, um tað er friðarligt ella ófriðarligt rundan um okkum…
Jesus verður eisini kallaður: friðarhøvdingi (Jes 9,6)
‘Gev mær frið’, hesi orðini kunnu hava ymiskar týdningar:
Ofta verður sagt: Gev mær frið fyri hasum persóninum, ella gev mær frið fyri at hoyra meira um hatta… gev mær frið, blív ikki við at øsa meg.
Men hesi somu orðini kunnu eisini vera ein bøn til Guds um, at hann má koma inn í mítt hjarta og geva mær frið. Tann innara friðin, sum vit menniskju ofta royna at finna alla aðrastaðni ella ígjøgnum alt møguligt annað enn Gud. Men sum bara Gud kann geva okkum!
Vilt tú hava frið við Gud, friðin frá Gudi inn í títt hjarta?
Ella vilt tú hava frið fyri Gudi? Frið at liva títt egna lív, frið fyri at hoyra meira um hann og hansara útrættu hond, sum hann rættur út til tín, fyri at bjarga tær undan ævigari glatan?
“Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara” (Jóh 1,12).