Ger tað nakran mun?

Skrivað: Bjarta Ásbjørnsdóttir Berhelsen

Eg lurtaði eftir einari fløgu hjá SALT herfyri, og so hoyrdi eg sangin ”Difference”. Eg hevði ikki hoyrt sangin áður, men ein regla setti seg fast í mínum tonkum.

Does it make any difference to you if a soul dies in sin, God has told you to win will it make any difference to you.

Fyristilla tær at Jesus kemur aftur, og tú verður tikin við, men eftir standa tínir floksfelagar, starvsfelagar ella grannar og spyrja teg ”Hví fortaldi tú ikki okkum um Jesus?”

Vit hava so nógvar umberingar, tá Gud kallar okkum at vitna ella gera okkurt fyri seg. Hvat um tú ert lýðin? Hvat kann Gud ikki brúka okkum til, tá vit eru lýðin?

Tað er mangan at lýdni mótivegis Gudi hevur bjargað einum menniskjalívi, bæði fysiskt og andaligt.

Eg hoyrdi einaferð ein vitnisburð frá einari gentu, ið hevði fingið kall at fortelja sínari vinkonu, at hon var góð við hana. Hon útsetti og útsetti, men tá hon so einaferð var lýðin, fortaldi vinkonan, at hon hevði givið upp og ætlaði ikki at liva meir, um hon ikki fekk at vita, at onkur var góður við seg.

Ger tað mun fyri teg, um ein sál glatast, sum Gud hevur biðið teg vitna fyri?