Gleðast við teimum lukkuligu
“Tann, sum hevur brúðrina, er brúðgómur; men vinur brúðgómsins, sum stendur hjá honum og lýðir á hann, gleðist inniliga um rødd brúðgómsins. Henda gleði mín er nú vorðin fullkomin” (Jóh 3,29)
Hetta brotið úr Jóhannesar evangeliinum er um, tá ið lærusveinarnir hjá Jóhannesi fortelja, at Jesus er farin at doypa fólk hinumegin Jordanánna, og øll fara til hansara.
Tá kundi man farið at hugsað, at Jóhannes gjørdist eitt sindur øvundsjúkur, tí øll fara til Jesus ístaðin fyri at koma at doypast hjá honum.
Men Jóhannes øvundar ikki Jesus. Ístaðin fortelur hann lærusveinunum, at tað eigur at vera soleiðis, og at ístaðin fyri at øvunda, so eiga vit at gleðast við brúðgóminum, tá ið hann hevur funnið brúðrina.
So læt okkum læra av Jóhannesi, at tá ið tað gongur væl hjá okkara medmenniskjum, so skulu vit ikki øvunda, men ístaðin skulu vit gleðast saman við teimum. Tí tá vera vit eitt vælsignilsi fyri okkara næsta og okkum sjálvi. Tá verður lívið lættari, og vit kunnu vinna menniskju til Harran við at gleðast ístaðin fyri at øvunda.
Má Harrin Hjálpa okkum gleðast við teimum lukkuligu, ístaðin fyri at øvunda teimum lukkuligu.