Góð tíðindi

Skrivað: Dr. Kari Vo
Týtt: Ernst Súni Magnussen

Og tað hendi, meðan hann var á ferðini til Jerúsalem, at leið hansara lá mitt ímillum Sámáriu og Galileu. Og í tí hann skuldi fara inn í eina bygd, møttu honum tíggju spitalskir menn, sum stóðu langt burtur, og teir rópaðu hart og søgdu: «Jesus, meistari, miskunna okkum!» Og tá ið hann sá teir, segði hann við teir: «Farið og sýnið tykkum fyri prestunum!» Og tað bar so á, meðan teir fóru avstað, at teir vórðu reinsaðir. (Luk. 17, 11-14)

Eg hugsi onkuntíð um prestarnar – tú veitst, teir sum Jesus sendi tey til, sum hann grøddi fyri spitalskusjúku. Hvussu reageraðu teir, tá ið tey fólkini komu til teirra?

Tað var ikki soleiðis, at prestarnir ikki vistu, hvat teir skuldu gera. Í 3. Mós 13-14 gav Guð prestunum ábyrgdina av at kanna tey við spitalskusjúku og gera av, um tey vóru sjúk ella ikki. Tey sum høvdu spitalsku-sjúku máttu liva sum útskot, burtur frá familju og vinum. Spitalskusjúkan var so ræðulig, at í bíbliuni er sjúkan líknað, við synd.

Um onkur var blivin frískur, átti presturin at staðfesta, at so var, og senda viðkomandi heim. Tann fríski skuldi vaska sær og frambera eitt offur, og síðani kundi viðkomandi liva eitt vanligt lív – frískur, glaður og reinur.

Men eg ivist í, um tað hendi serliga ofta. Spitalskusjúka var ólekjandi, áðrenn nútíðar heilivágur var uppfunnin. Fyri prestin merkti spitalskusjúkan, at hann mátti bera ring boð aftur og aftur og aftur. Men so var ikki hendan dagin. Hendan dagin kundi presturin bera góð tíðindi “Jesus hevur grøtt teg” kundi hann siga. Einhvør kristin kann siga tað sama: “Ígjøgnum offurdeyða sín á krossinum kann Jesus reinsa teg frá allari synd. Vaska tær í dópsins vatni og blív rein/ur. Vegna Jesus hevur tú fingið lívið aftur – ævigt lív. Ævigt lív er Jesu gáva til tín”.

Bøn: Harri Jesus, takk fyri at tú grøddi meg frá synd! Amen.

Spurningar til umhugsan:

• Hvat heldur tú var tað fyrsta tey grøddu gjørdu eftir at hava verið hjá prestinum?
• Hvussu líkist synd einari sjúku?
• Sig frá einari hending ella tíð, tá Jesus grøddi eitthvørt umráði í tínum lívi?
Bíbliu lesnaður til dagin í dag: 4. Mós. 1516; Mark. 14, 54-72

Brúkt við loyvi frá International Lutheran Laymen’s League, øll rættindi tilskilað.