Guds hús
Tá ið Jesus var tólv ára gamal fór hann saman við foreldrunum og systkjunum til Jerúsalem um páskirnar, sum siður var hjá teimum hvørt ár. Hetta var ein týdningarmikil høgtíð, har jødar ymsastaðni frá hittust um halgidómin og vóru í Jerúsalem í átta dagar. Foreldrini leiddu Jesus til Guds hús.
Tøl í Danmark vísa, at ein persónur út av 40 gongur javnan í kirkju. Tølini í Føroyum munnu vera nakað betri. Men hetta kann fáa meg at hugsa, um luttøkan er lækkandi, og um hvør grundin man vera til tað, um so er.
Í stóran mun arva vit vanar hjá foreldrum. Hóast summi bróta hetta mynstur, síggja vit skjótt hjá okkum sjálvum, at so er. So hvat kunnu foreldur gera, tá ið tey ynskja síni børn at taka við teirra egna siði? Vera fyrimyndir! Barnið kann siga, at kirkja er keðiligt, men mundi gudstænastan hvíludagin í samkomuhúsinum á Jesu døgum vera stuttlig fyri ein tólv ára gamlan? Neyvan nakað øðrvísi enn fyri ein 12 ára gamlan í dag.
Míni børn fara at leita til Guds hús, um eg leiði tey hagar!