Hann er beint við okkara lið
"Harri bjarga mær" (Matt 14,30)
Tá Pætur sá aldurnar, byrjaði hann at søkka. Í okkara lívi kunnu vera nógvar ymiskar aldur. Hugsa um, hvørjar aldur bróta í tínum lívi og legg tær yvir til Jesus. Tá Pætur var við at søkka, var Jesus beint við hansara lið. Jesus rætti hondina móti Pæturi, og hann tók í móti henni.
Í dag er Jesus beint við okkara lið. Hann rættir sína hond í moti okkum og ynskir at leiða okkum fram á lívsins leið. Hann rættir sína hond móti okkum, tá vit snáva ella falla.
Tá Jesus var komin umborð á bátin hjá lærusveinunum, slætnaði sjógvurin.
Jesus ynskir eisini at koma umborð á okkara bát – okkara lív – og slætta okkara bogabrot. Tað er gott at hava Jesus við okkara lið gjøgnum lívið. Jesus er ein vinur, vit kunnu venda okkum til, tá lívsins stormar herja. Jesus er ein vinur, sum sær, hoyrir og skilir okkum.
Eg má hava Jesus við mær,
ganga eina kann eg ei.
Eg má vita, hann er hjá mær,
Og at hann mær lýsir leið.
Í hans fylgi har er trygt,
har mín sál er uttan frykt;
glaður í hans spor eg stígi;
øll mín vón á hann er bygd
MS 428 v 1