Hann kom at tæna
“Tí at menniskjusonurin er ikki heldur komin fyri at verða tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.” (Mark 10,45)
Hvussu kann tað bera til, at Gud, ið hevur skapt alt og hevur alt vald, kom til okkara fyri at tæna okkum og setti seg sjálvan lægri enn sín egna skapning fyri at bjarga okkum? Gud, sum er størri enn alt, kom at tæna okkum.
Jesus ynskir ikki, at vit skulu føla okkum noydd at tæna honum (sum vit mangan gera). Hann ynskir, at vit gera tað í kærleika, tí hann hevur jú víst tann størsta kærleika.
Jesus kallar okkum ikki tænarar, men vinir (Jóh 15,13-15).
Jesus ynskir ikki, at vit skulu tæna honum fyri at royna at gjalda aftur tað skuld, sum hann hevur goldið fyri okkum. Hann ynskir heldur ikki, at vit skulu tæna fyri at fáa meira signingar frá honum. Vit tæna eisini ofta ótilvitað fyri at fáa rós frá fólki ella fyri at hoyra til í einum ávísum bólki.
Øll hesi motivini eru skeiklað.
Hvat er so tann rætta drívmegin?
Jesus ynskir, at vit arbeiða SAMAN við honum, og at vit gera tað í samfelag við hann, og motivið eigur at vera, at vit elska hann – tí hann elskaði okkum fyrst. Vit eru hansara børn, og vit arbeiða saman við honum í familjufyritøkuni – ikki fyri at fáa nakað afturfyri, men bert av kærleika. Av tí at hann kallar okkum vinir, so eiga vit ikki at vilja imponera hann, men heldur njóta hansara samveru.
Hevur tú hugsað um, hví tú tænir Jesusi?