Harri mín og Gud mín!
Vit lesa um hesa hending í Jóhannesevangeliinum 20,19-29.
Tað er um kvøldið, sama fyrsta dag í vikuni, tá Jesus reis upp frá deyðum. Dyrnar, har sum lærusveinarnir vóru, vóru læstar, av ótta fyri jødunum. Tá kom Jesus inn hagar, sum lærusveinarnir vóru, og stóð mitt í millum teirra og segði: “Friður veri við tykkum!”
Og tá hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendurnar og síðuna. Nú vóru lærusveinarnir glaðir, tá ið teir sóu Harran. Jesus sigur tá aftur við teir: “Friður veri við tykkum! Eins og faðirin hevur sent meg, soleiðis sendi eg eisini tykkum.” Tummas, ein av teimum 12 lærusveinunum, var ikki saman við teimum, tá ið Jesus kom. Hinir lærusveinarnir søgdu tá við hann: “Vit hava sæð Harran“! Men Tummas segði við teir: “Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara, og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.”
Og átta dagar seinni vóru lærusveinar hansara aftur inni og Tummas við teimum. Jesus kemur, meðan dyrnar vóru læstar, og stóð mitt í millum teirra og segði: “Friður veri við tykkum“! Síðan sigur hann við Tummas: “Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.”
Tummas svaraði og segði við hann: “Harri mín og Gud mín!”
Jesus sigur við hann: “Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!”
Má Jesus hjálpa mær og tær at trúgva á Jesus, treytaleyst.