Harrin talar gjøgnum sítt egna Orð
„Um hetta mundið legðist Hizkia deyðasjúkur, Tá kom Jesaja Ámozson profetur til hansara og segði við hann: »So hevur Harrin sagt: Skipa nú fyri húsi tínum, tí at tú fert at doyggja og ikki liva longur.« “
Jesaja 38,1
Einaferð, tá ið Ludvig Karlsen talaði í Bjørbekk kirkju, spurdi hann sum vant Harran, hvat hann skuldi tala yvir. Hann fekk tá tekstin frá Jesaja 38, 1–8. Honum dámdi best positivar tekstir, men Harrin er stjórin, og vit skulu bara akta Hann og gera eftir boðunum. Tí kanska situr onkur har, sum júst hevur tørv á hesum boðskapinum. Hann las fyrst tekstin upp, sum í stuttum er um Hizkia kong, sum legðist deyðasjúkur.
Jesaja profetur kom til hansara og segði: „So sigur Harrin: Skipa nú fyri húsi tínum, tí at tú fert at doyggja og ikki liva longur.“.
„Tá snúði hann andliti sínum móti bróstinum og bað soleiðis til Harrans: »Á, Harri, minst til, hvussu eg havi gingið fyri ásjón tíni í trúfesti og av heilum huga og gjørt tað, sum gott var í tínum eygum!« Og Hizkia græt sáran. Tá kom orð Harrans til Jesaja soljóðandi: »Far og sig við Hizkia: So sigur Harrin, Guð Dávids forfaðirs tíns: Eg havi hoyrt bøn tína og sæð tár tíni; sí, eg vil leggja fimtan ár aftur at aldri tínum; “ Jes.38,2-5
So greiddi Ludvig frá einari heilt serligari hending um henda tekstin: „Eg og Lisa vóru einaferð fyristøðupar fyri eina samkomu í Miðnoregi. Ein dagin, tá ið eg sat á skrivstovuni, sá eg ein mann koma til gongu niðan til mín. Maðurin var blindur, tað sá eg, tí hann hevði hin hvíta stavin, sum er blindastavur. Kona hansara hevði koyrt hann, og hon gekk uttanfyri, meðan hann kom inn.
„Eg komi við einari heilsan frá Harranum,“ segði hann, „tú skalt tala yvir Jes. 38, 1–8. Men eg vil siga tær nakað, sum vit sum familja hava upplivað av hasum tekstinum, tí Harrin sjálvur hevur talað við meg gjøgnum handa tekstin. Hetta er nakað, sum eg sjálvur havi upplivað.
Ein morgunin, tá ið konan er farin til arbeiðis, og eg eri einsamallur inni, ringir telefonin. Eg fari trilvandi yvir til telefonina, og ein rødd sigur: „Hetta er sjúkrahúsið! Beiggi tín hevur verið úti fyri einari ferðsluvanlukku, hann er ákoyrdur og liggur at doyggja. Skalt tú síggja hann, mást tú koma beinanvegin, tað hevur skund!“
Eg fari so trilvandi yvir til eitt skáp at finna mær eina skjúrtu og onnur klæði. So helt eg, at eg mátti hava eitt Guds orð at siga við beiggja mín. Eg havi eina blindabíbliu, men hon er ikki innbundin, men hevur leys ørk. Eg fann eitt ark á stovuborðinum og las: „So sigur Harrin: Skipa nú fyri húsi tínum, tí at tú fert at doyggja og ikki liva longur.“ (Jes. 38,1). So fari eg inn á sovikamarið eftir pengapunginum, so eg fái goldið fyri bilin, og eg trilvi eftir náttborðinum og finni eitt annað ark. Har stendur: „So sigur Harrin: Skipa nú fyri húsi tínum, tí at tú fert at doyggja og ikki liva longur.“ Er hetta ikki sama skriftstaðið, sum eg fekk í áðni? Jú, tað var tað, men hetta stóð í 2. Kongabók 20,1. Eg fari so út til telefonina og skal ringja mær eftir einum hýrivogni, tá finni eg aftur eitt leyst ark í telefonbókini, og tað er frá 2. Krýnikubók 32,24, og sanniliga er hatta eisini um Hizkia, sum lá deyðasjúkur. Tá visti eg, at Harrin vildi hava meg at siga hatta við beiggja mín. Hann hevði tríggjar ferðir givið mær hatta skriftstaðið.
Ein sjúkrasystur leiddi meg inn til beiggja mín. „Er tað tú, sum liggur har?“ spurdi eg. „Ja,“ kom tað grælandi frá honum. „Ja, eg havi fingið eitt orð frá Harranum til tín. Harrin sigur: „Skipa nú fyri húsi tínum, tí at tú fert at doyggja og ikki liva longur.“ Hann vendi sær móti vegginum og fór at gráta. „Men um tú vendir við og biður Harran fyrigeva tær, so vil Hann geva tær 15 ár afturat. Far og bið nú beinanvegin,“ segði eg.
Tvær sjúkrasystrar komu rennandi og skumpaðu meg út, tí tað bleiv sovorðin røringur inni har. Men líka mikið, nú eru 7 ár farin, og beiggi mín livir í besta lagi. Eg veit sjálvandi ikki, um hann fer at fáa 15 ár afturat. Men beiggi mín vendi um og er frelstur og gongur á møti. Tá ið tú prædikar um handa tekstin, so kanst tú siga frá hasari hendingini, tí hatta havi eg sjálvur upplivað.“
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

