Heilsið upp á hvønn annan
Í fjallaprædikuni í Matt. 5, 43-48 sigur Jesus, at vit skulu elska okkara fíggindar.
Tað, sum eg serliga festi meg við í hesum versunum, er tað, sum hann sigur í vers 47: “Og um tit heilsa eina brøðrum tykkara, hvat avbært gera tit tá? Gera ikki eisini heidnir menn so við?”
Um vit bara heilsa upp á vinir okkara og ikki fíggindar, so eru vit faktiskt akkurát líka sum heidningarnir. Tað er sindur ræðandi at hugsa sær, at vit faktiskt ikki eru øðrvísi enn øll hini í heiminum, tá vit bara heilsa upp á okkara vinir.
Í einari bygd í Danmark fyri nøkrum árum síðani, var tað stríð millum fólkið har. Nøkur stuðlaðu táverandi prestinum, meðan onnur valdu at fara aðrastaðni til gudstænastu og møti. Hetta útviklaði seg til hatur millum nábúgvar og fyrrverandi vinir. Tað vóru enntá nøkur, sum fóru yvirum vegin, tá tey møttu fíggindum sínum, alt fyri ikki at heilsa upp á hvønn annan.
Nøkur ár seinni, var hesin fíggindaskapur ikki longur at síggja í hesari bygdini. Spurt varð hví tað var soleiðis. Jú, tað var tí at ein prestur hevði sett sær fyri at heilsa upp á sínar grannar og fyrrverandi vinir, tá ið hann møtti teimum – eisini sjálvt um tey ikki heilsaðu aftur. Vit kunnu bara fyristilla okkum, hvussu tað hevur verið hjá hesum prestinum ígjøgnum vikur, mánaðar, ja ár, at heilsa upp á onkran, uttan at tey heilsa aftur. Tað hevur óivað verið hart. Men tað, at hesin presturin ikki gav upp við at heilsa, sjálvt um ongin heilsaði aftur, breyt ísin ella fíggindaskapin millum tey. Tað var ein byrjan upp á eina semju millum fíggindarnar. Heilsa upp á fíggindan. Heilsa upp á tann tú ikki kennir í kirkjuni. Heilsa upp á grannan, tá tit møtast í túninum ella í bilinum, og gev tær tíð til at lurta, hvussu tað gongur. At heilsa er tað fyrsta stigið til vinarlag og samband við onnur menniskju. Vit kunnu verða við til at bróta henda fíggindaskap og verða øðrvísi enn øll hini í heiminum.
Gud tók tað fyrsta og størsta stigið, tá hann lat seg gerast menniskja í hesum heimi. Tað eru mong, sum ikki vilja heilsa honum aftur, men hann heilsar okkum alíkavæl.