Herklæði Guds

Skrivað: Jørgen Frantz Andreasen

”Farið tí í øll herklæði Guds, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dag og at standa við, tá ið alt er vunnið” (Ef 6,13).

Hin óndi roynir alt, hvat hann kann, fyri at fáa okkum at fella. Hesin heimur er hansara spælipláss, og vit eru brikkarnir. Hann hevur nógvar snildir fyri at lumpa okkum at gera ymiskt, sum var betur ógjørt.

Mangur kann kenna seg aftur í at verða blivin lumpaður í fellurnar hjá illamanni. Øll hava vit nokk roynt tað. Summi oftari enn onnur, men felags fyri okkum øll er, at vit øll hava verið har og koma nokk at fella aftur.

Dagsins orð heitir á okkum um at íklæðast herklæði Guds. Henda áheitan kemur ikki av ongum.

Øll vita vit, at tá hermenn fara í kríggj, so mugu teir vera girdir við alskyns verjuklæðum fyri at kunna standa ímóti álopum frá mótstøðuni. Hetta er so sanniliga eisini galdandi fyri okkum, sum trúgvandi eru. Um vit ikki íklæðast herklæðir Guds, so eru vit sum ein hermaður, sum fer óbrynjaður í kríggj. Vit hava ongan kjans. Vit vera fullkomiliga opin fyri øllum álopum og hava onga verju.

Tí er tað umráðandi, at vit lesa Guds orð og biðja til hansara hvønn dag, so at hann kann hjálpa okkum at íklæðast hansara herklæðir fyri at standa ímóti álopunum frá illamanni.

Byrja altíð dagin í bøn til Guds um, at hann má verja teg ímóti sniðálopum frá illamanni. Hetta verður lukka fyri teg.

 

Gud signi tær dagin.