Hin góði hirðin

Skrivað: Anna Absalonsen

“Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu um allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni.” (Jóh 10,27-28)

Mítt yndis líknilsi í bíbliuni er líknilsi um hin góða hirðan. Hetta líknilsi sigur okkum so væl, hvussu Jesus setti sítt lív til fyri okkum, og hvussu undurfult tað er at vera hansara barn. Í fylginum hjá tí góða hirðanum er gott at vera. Har finnur seyðurin umsorgan, tryggleika og kærleika. Seyðirnir møta tó eisini mótgongd og trupulleikum, men hirðin hjálpir og leiðir teir. Hetta hevur Jesus at bjóða okkum enn í dag. Við hansara deyða á krossinum fáa vit lut í tí æviga lívinum. Líknilsi vísur okkum eisini á, at tá eitt menniskja verður frelst, er tað ikki longur harri í sínum egna lívi, men gevur seg yvir í viljan hjá hirðanum. Hetta kann vera ein stór avbjóðing, men hesum vil hirðin eisini fegin hjálpa okkum við. Hann bjóðar okkum upp í sítt fylgi, men vit mugu siga ja takk fyri at sleppa uppí. Tá vit hava sagt ja takk og lova honum at vera okkara hirði í lívinum, so leiðir hann okkum á lívsins leið heim til faðirin ein dag. Tað er tann størsta gávan av øllum, og tí mugu vit minnast at takka honum fyri hana.