Hin tigandi Frelsarin
”Men Jesus svaraði ikki aftur longur, so at Pilatus undraðist. ”
Markus 15,5
Tað var hóskvøld. Dagin fyri at Jesus varð tikin av døgum. Jesus var handtikin og stendur nú fyri Ráðnum, meðan ákærurnar hegla niður yvir hann. Følsk vitni stíga fram og ákæra Jesus bæði fyri eitt og annað. Høvuðspresturin er, sum frá líður, í døpurhuga, tí tað er skilligt, at einki hald er í summum ákærum, meðan aðrar ákærur stríða hvør móti aðrari.
”Svarar tú einki? Tað er nógv, sum teir klaga teg fyri,” sigur høvuðspresturin argur. Men Jesus tigur.
Løgið. Jesus er annars vanur at kunna verja seg. Hann er jú beinleiðis illkendur fyri at kunna seta mótstøðumenn sínar skák og mát við eini einastu beinraktari viðmerking. Sig nú okkurt, Jesus! Men Jesus tigur.
Tað er ikki tí, at hann ikki kann vísa ákærunum aftur. Jesus kann læsa munnin á mótstøðumonnum sínum við einum orði. Men hann letur teir halda áfram, tí ákærarnir hava rætt! Gaman í er tað ikki Jesu synd, sum verður drigin fram, men ákærurnar viðvíkja kortini honum, tí Jesus stendur har við ákærubonkin í staðin fyri allar syndarar. Tí tigur Jesus.
Jesus kann og vil ikki siga nakað. Tí hann stendur har við dirvisloysinum hjá Símun Pæturi, við vantrúnni hjá høvuðsprestinum, við háðanini, spottinum og vanvirðingini hjá einum rómverskum hermanni. Jesus stendur har við teirra lógarbrotum – og við tínum. Hann hevur gjørt tey til síni! Jesus stendur har sum umboð fyri alla mannaættina. Tað er tað, sum ger Jesus tigandi. ”Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins.” Jóh.1,29
Jesus varð dómfeldur og dagin eftir krossfestur. Soleiðis vildi Gud tað. Jesus varð slátraður sum Guds offurlamb, ”Syndabukkur”, fyri allar syndir og lógarbrot. Jesus varð raktur á krossinum av Guds brennandi vreiði yvir alla synd. Hví? So at vi øll kunnu fáa ein griðstað, eitt frískjól fyri vreiði Guds.
Tú mína vegna kendi tá,
at Gud var farin burt tær frá,
so hann frá mær ei fara skal
um deyðans myrka, tronga dal.
Sálmab.1881
”Noreanyt”. E.Campbell umsetti