Hoyr Guds orð og varðveit tað

Skrivað: Kaj Eli Hansen

”Ja, men sæl eru tey, sum hoyra Guds orð og varðveita tað” (Luk 11,28).

Hvat er tað Jesus svarar uppá her? Jú, tað er ein viðmerking frá eini kvinnu, sum kemur við rósandi orðum til móðir Jesusar, Mariu, tá ið hon sigur ”sælt er tað móðurlív, sum teg hevur borið, og sæl tey bróst, sum tú hevur sogið!”(Luk 11,27), og henda viðmerking kemur aftaná, at Jesus hevur gjørt eitt undir.

Jú, Maria móðir Jesus, var sæl at fáa møguleikan at føða Guds son. Men hon fekk eisini at kenna, at tað var ikki bara sælt/lætt at verða útvald av Gudi til hesa uppgávu.

Símeon, sum Maria og Jósef møta í Templinum sigur, hvat tað kemur at kosta Mariu, at verða móður Jesusar ”eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum” (Luk 2,35).

Jesus tekur undir við, at Maria er sæl, men tað er nakað, sum er enn vigtigari, og tað er at hoyra og varðveita Guds orð.

Hvussu er við tær? Kemur tú har, ið Guds orð ljóðar, so tú fært tikið ímóti?

Lesur tú í Bíbliuni, so at orðið fær tala til tín?

Ja, sæl eru tey, sum hava fingið serliga uppávur í Guds ríki, men eitt er galdandi fyri okkum øll, sum kalla okkum Jesu eftirfylgjarar, og tað er, at vit hoyra Guds orð og varðveita tað.

Jesus hjálpi okkum til tað.