Hoyr, lær og liv!

Skrivað: Derhard Jógvansson

Ein morgunin, eg koyrdi døturnar í skúla og barnagarð, segði onnur teirra okkurt við meg. Sum so mangan, hoyrdi eg ikki, hvat hon segði. Hon helt fram við at tosa, meðan eg svaraði: “hmmm hmmm”. So segði hon brádliga:  “Babba, ikki siga “hmmm hmmm” alla tíðina!”

Nógv brúkta lærupyramidan frá 1954 sigur okkum, at vit læra bert 10 prosent við at hoyra og lesa eina. 20 við at hoyra og síggja. 50 við at samtala.  75 við at gera sjálv. Og 90 prosent við at læra onnur.

Science Today skrivaði í 2014: “Bara 10 prosent megna at broyta ein vana.” Rúsevnis- og rúsdrekkaviðgerðarheim meta, at ímillum 50 og 90 prosent av teimum viðgjørdu falla útí aftur.

Alt hetta sigur okkum, at vit sum menniskju hava torført við at hoyra, læra og liva eftir tí góða.

Jesus segði: “Tað í teirri góðu jørðini, tað eru tey, sum tá ið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í einum vøkrum og góðum hjarta og bera frukt í tolni.”

Jesus hoyrir meg! Hann hoyrir mítt neyðarróp, mína bøn. Jesus goymir meg! Hansara uppmerksemi er mótvegis mær eina. Jesus livir fyri meg! Hann gjørdist menniskja, doyði og reis upp aftur.