Hvat brúka vit oyru og munn til?
"Og tey koma til hansara við einum deyvum manni, sum eisini illa kundi tala... Og hann leit upp til himmals og suffaði og sigur við hann: "Effata!" – tað er: Opna teg! Og oyru hansara opnaðust, og við tað sama losnaði tunguband hansara, og hann talaði raðið." (Mark 7,32.34-35).
Inni hjá oyrnalæknanum hongur ein stór mynd av einum oyra. Tað er hugtakandi at síggja, hvussu kompliserað oyrað í grundini er, og tað sama er við munninum. Kortini munnu øll vit, sum hava góð oyru og góðan munn, taka tað sum størstu sjálvfylgju, at so er. Líka til tað ikki er so longur.
Men hvussu vit brúka hesar gudgivnu gávur? Vit kunnu lurta eftir teimum, sum standa okkum nær, og vit kunnu lurta eftir Guds orði. Men fylla vit eisini oyruni við tómum undirhaldi og larmi?
Vit kunnu gleða tey, sum vit eru saman við, við vinarligum og uppbyggjandi orðum. Men brúka vit eisini munn okkara til at særa onnur? Tey, ið hoyra okkum, ella tey, vit tosa um? Hvussu er prátið og orðalagið, har vit eru? Í munni okkara ella á knappaborðinum? Hvat hevði hesin fyrrverandi deyvi maðurin, sum Jesus júst hevur lekt, hugsað, um hann brádliga hoyrdi okkum? Hevði hann undrast?
Fyrigev mær, Jesus, fyri hvørt ógagnsorð, sum eg havi talað.