Hví látast vit ikki um vón?
“Og tá ið hon hetta hevði sagt, fór hon avstað og rópaði Mariu, systur sína, loyniliga og segði: »Meistarin er her og rópar teg.«”
Jóh.11,28
Presturin er komin at vitja ein mann, sum liggur á sjúkrahúsi. Brádliga fer ein klokka at ringja um alla deildina. Presturin gjørdist illa við, tí okkurt álvarsamt mundi vera á vási. Læknin, sum sat við seingina hjá sjúklinginum, lætst ikki um vón, heldur ikki sjúkrasystirin, sum eisini var stødd inni á stovuni. Men klokkan helt á við sínum andskræmiliga ljóði.
Løtu seinni var øll deildin fylt við tjúkkum, gráum royki. Eldur var í niðri við útgongdina, og neyðútgongd var eingin.
Tann tíman, tað vardi at sløkkja eldin, hugsaði presturin um, hví fólk ikki látast um vón, tá ið ein ávaringarklokka fer at ringja. Hvussu ber til at sita púra líkasælur, tá ið ringt verður inn í oyruni, at vandi er á ferð?
Ein partur av svarinum í hesum førinum er helst tað, at læknin og sjúkrasystirin ikki lótust um vón – “men kortini, hví gjørdi eg so einki?” hugsaði presturin.
Í dag ringir ein ávaringarklokka í tíni samvitsku. Hon sigur frá, at tað hevur skund, at tú fært viðurskifti tíni við Gud í lagi. Hann ringir við ávaringarklokku, sum vekir teg upp og ger teg klárvaknan, so tú skalt síggja, at Gud mást tú taka fyri fult. Hoyr, hvat hann sigur: “Meistarin er her og kallar á teg.”
Eg plagi ikki at ræða fólk, tí sjálvur dámar mær ikki at blíva ræddur. Men bæði tær og mær dámar at blíva ávaraður, tá ið vandi er á ferð.
Bíblian fjalir ikki útyvir, hvat álvara, ið møtir okkum, tá ið vit doyggja og fara inn í ævinleikan. Tey, sum trúgva á Jesus og fyrigeving syndanna, verða bjargað. Tey, sum ikki trúgva, glatast.
“Meistarin er her og kallar á teg.” Hetta er eitt álvarsamt ávaringarskot, ein ávaringarklokka í samvitsku tíni, og samstundis ein innbjóðing til at gerast ein kristin.
Du, som freden forkynder,
du en frelser, jeg en synder,
du med amen, jeg med bøn,
du med nåden, jeg med skammen,
ak, hvor vi to passer sammen,
du, Guds salvede, Guds søn!
Menniskjuni hava sagt nei til Gud, ikki fyri at hava aðrar gudar, men fyri at vera gudleys.
Eliat