Hví søkja Jesus
»Dagin eftir stóð Jóhannes har aftur og tveir av lærusveinum hansara. Og í tí hann hugdi at Jesusi, sum kom gangandi, sigur hann: »Sí, Gudslambið!« Og teir tveir lærusveinarnir hoyrdu hann siga hetta, og teir fóru aftan á Jesus. Men Jesus vendi sær á, og tá ið hann sá teir koma aftan á seg, sigur hann við teir: »Hvørjum leita tit eftir?« Men teir søgdu við hann: »Rabbi (sum útlagt merkir: meistari), hvar býrt tú?« Hann sigur við teir: »Komið og síggið!« Teir komu og sóu, hvar hann búði, og teir vórðu verandi hjá honum tann dagin;« (Jóh 1,35-39).
Tað fyrsta, sum Jesus sigur við hesar báðar menninar, er: »Hvørjum leita tit eftir?«. Hesin spurningur kundi eisini verið orðaður soleiðis: »Hvat vilja tit mær?« ella »Hví fylgja tit mær?«. Ein sera rannsakandi spurningur, sum eisini er galdandi í dag. – Hvat er grundin til, at vit søkja Jesus? Er tað tí, at vit ynskja at finna meining við lívinum, ella fyri at fáa ugga í svárum tíðum? Er tað tí, at vit ynskja, at hann skal svara okkara spurningum?
Hesir báðir menninir, sum vit lesa um, fóru aftan á Jesusi fyri at finna út av, hvar hann búði – hvagar hann fór – tí teir ynsktu at læra Jesus at kenna og brúka tíð saman við honum. Teir ynsktu at lurta og læra og brúka »kvalitetstíð« saman við Jesusi.
Tað, sum vit kunnu læra av hesum báðum monnunum, er, at hetta at fylgja Jesusi, er so nógv meira enn »bara« at biðja eina bøn um dagin ella fara á møti ella kirkju sunnudag. Hetta, at fylgja Jesus, er eisini at brúka kvalitetstíð saman við honum – at lurta og læra.
Hvat er tín orsøk til at fylgja Jesusi? Nær setti tú seinast tíð av til at brúka kvalitetstíð saman við honum? Nær fert tú at seta tíð av í hesari vikuni (og ikki bert 10 minuttir) fyri at lurta eftir og læra av Jesusi? Hugsa um tað!