Hvønn heim?

Skrivað: M.R. DeHaan
Týtt: Ernst Súni Magnussen

Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt. Matt. 6,33
Dagsins skriftstað: Lukasar evangelium 12, 15-31
“Hvussu gongur hjá soni tínum, Jóhan?” segði prestur við pápa ein múgvandi ungan mann

“Áh” segði pápin heldur errin, “Tað gongur væl hjá Jóhan. Hann er komin rættuliga væl fyri í heiminum.”

Prestur tagdi eina løtu, tað tóktist, sum hann ivaðist, hvat hann skuldi siga. Men so spurdi hann “Hvørjum heimi ?”

Hetta er avgjørt ein týdningarmikil spurningur. Sum t.d. tá tú gert teg kláran at fara til arbeiðis í handlinum, á verksmiðjuni, á skrivstovuni, ella heima við hús, hvat er tá tín størsti áhugi? Er tín áhugi bert at vinna meira pening og at njóta lívið, ella er tað at liva lívið í dag fyri Kristus?

Jesus segði “søkið fyrst Guðs ríki“ (Mt 6, 33). Kenn tína raðfesting! Lívið her varir bert nøkur fá ár, men lívið hinumegin varir allar ævir. Um tær er vorðið greitt, hvar tín ævigi bústaður er, tú sum trýrt á Harran Jesus, so kanst tú avgjørt eisini líta honum allan tín tímiliga tørv í hendur.

Hvat er títt størsta ynski fyri dagin í dag? Er tað at gleða Guð og savna saman gripir í himli? Ella er tað einans at “klára teg” í heiminum? Jesus segði: “Savnið tykkum ikki gripir á foldum … men savnið tykkum gripir í himli … Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.” (Mt 6, 19-21)