Hvussu lesur tú Bíbliuna?
”Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum. ” Matt.7,7
Ein maður kom einaferð til Moody og vísti honum á eitt bíbliuorð, sum var ringt at skilja, og spurdi hann: ”Hvat gera tygum við hetta orðið?”
”Einki petti,” svaraði Moody.
”Hvussu fata tygum tað, meðni?” spurdi hin.
”Eg fati tað als ikki,” svaraði Moody.
”Ja, men hvussu útleggja tygum tað?”
”Eg útleggi tað heldur ikki,” svaraði hin spurdi róliga.
”Ja, men trúgva tygum so ikki, at tað er rætt?”
”Jú, víst trúgvi eg, at tað er rætt, men sigið mær eitt: kunnu tygum fata ella greiða frá, hvussu sama føði verður til hár, fjaðrar, negl ella kleyvar, alt eftir, hvør ið tað er, sum etur føðina.”
Maðurin fekk ikki svarað.
Bíblian er ikki eitt leksikon, har vit kunnu blaða upp til tess at finna svar upp á allar torskildar spurningar, men hon er ein bók, sum sigur okkum, hvussu syndarar verða frelstir, og tað er tað alt umráðandi í hesum føri.
Hvussu gongst tær, sum lesur hesar reglur: Leitar tú eftir torskildum orðum í Bíbliuni, til tess at finna eina umbering fyri, at tú ikki kanst trúgva, ella leitar tú í Skriftini eftir svari upp á spurningin, hvussu tú kanst verða frelstur?
Tann, sum lesur í Bíbliuni við tí fyri eyga at finna vegin til frelsu, hann fær at sanna, at svarið er givið klárt og greitt. Bíblian er bókin fram um allar bøkur, tí at hon er bókin, sum vísir okkum vegin til frelsu.
Tað eru tveir mátar at lesa Bíbliuna uppá – annar er at leita eftir skriftorðum, sum kunnu nýtast sum umbering fyri at taka støðu í lívsins avgerandi vali – hin er at leita eftir Guds frelsu fyri falnar syndarar, og tað eru slíkir bíbliulesarar, sum hava Guds fyrijáttan yvir sær, at tann, sum leitar, hann skal finna.
A.J