Hvussu vinni eg á freisting?

Skrivað: Derhard Jógvansson

Kennir tú til freistingar? At hava hug at gera nakað skeivt ella hug at lata vera við at gera nakað rætt? Fleiri ynskja at liva eitt sunt lív við millum annað at lata vera við at eta ymiskt ósunt. Hvussu væl kennist ikki freistingin her og hugurin at eta tað, sum ætlanin ikki var?

Vit kenna øll freisting og at fella fyri freistingini á ein ella annan hátt. Ein kanning í 2015 hjá Statista vísti, at annar hvør giftur maður í Danmark er ótrúgvur! Í Týsklandi vóru tað 45 prosent, í Fraklandi 43, í Norra 40, og í Finnlandi 36 prosent. Ein onnur kanning, sum Rockwool Fondens Forskningsenhed gjørdi í 2016, vísti, at 4 út av 10 dønum gjalda arbeiðsløn svart. Og at tað eru tey við hægstu lønunum, ið snýta mest!

Hvørjar freistingar møtir tú í tínum lívi? Likamliga, sinnisliga og andliga?

Jesus segði: “Skrivað stendur: “Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guds munni””. Hann brúkti Guds orð sum verju freistingarløtuna. Hann hevði lært seg hetta orðið uttanat, so hann hvørja løtu kundi brúka tað.

Kenni eg ikki tað rætta, eri eg verjuleysur freistingarløtuna!