Hygg á hann

”Dagin eftir sær hann Jesus koma til sín og sigur: »Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins! ”
Jóh.1,29

 

 

Tað verður sagt um Kýrus kong í Persia, at hann einaferð tók ein herhøvdinga og konu og børn hansara til fanga. Tá ið tey komu fram fyri Kýrus, spurdi hann herhøvdingan: ”Hvat fái eg afturfyri, um so er, eg gevi teg leysan aftur?”

”Helmingin av ríki mínum,” svaraði herhøvdingin.

 

”Og tá eg gevi børn tíni leys?”

 

”Alt ríkið,” svaraði herhøvdingin.

 

”Og hvat gevur tú fyri konuna?”

 

”Meg sjálvan!”

 

Hetta svar dámdi Kýrusi at hoyra, so hann læt alla familjuna leysa uttan loysigjald.

 

Á vegnum heimaftur spurdi herhøvdingin konuna, um hon ikki hevði lagt til merkis, at Kýrus var heiðurligur og góður maður.

Hon svaraði: ”Eg sá bert hann, sum var villigur at geva seg sjálvan sum loysigjald fyri mína skuld, so eg kundi fáa frælsið aftur.”

 

Jú, tað var ein, ið vildi geva seg sjálvan sum loysigjald fyri tína skuld. Hevur tú fingið eyguni upp fyri hesum ómetaliga stóra kærleika? Hann hevur goldið loysigjaldið við sínum lívi, fyri at vit skuldu fáa frælsið, sum er givið okkum í Kristi Jesusi.

 

Hevur tú fingið eyguni upp fyri hesum guddómliga kærleika? Hevur tú tað, ert tú av sonnum eydnusælur. Tað er lív at fáa í tí bløðandi lambinum, sum er tín bjarging.

 

Lukkuligur er tann, sum hevur fingið eyguni upplatin fyri hesum ófatiliga kærleika. Eg havi sæð hann, sum hevur goldið loysigjaldið fyri meg. Lukkuligur er ein og hvør, ið hevur sæð hann.