Jesus elskaði eisini Skírisdag

Skrivað: Jørgen Frantz Andreasen

Joh. 13, 1-15

Hevur tú nakrantíð hugsa um hvussu nógv Jesus hevur gjørt fyri teg? Vit lesa í dagsins teksti at hóast Jesus visti hvat bíðaði honum, so elskaði hann okkum til endans. Hevur tú hugsað um hvat hetta merkir? Hetta at hann elskaði til endans?

Jesus visti hvør hansara gerningur var, við at hann kom til jarðar sum menniskja. Hann visti at hann skuldi doyggja fyri mannaættina, sum loysigjald fyri allar syndir heimsins. Hann kom í heimin at frelsa okkum.

Hóast hesa vitan, so situr hann saman við lærusveinunum, seinasta kvøldið, áðrenn hann skuldi vera latin upp at doyggja. Og í kærleika til teir fer hann at tváa teimum um føturnar. Ein síðsti gerningur, har hann lærir teir at vera tænarar hjá hvør øðrum. Tað at vísa tænastu anda, sjálvt um ein er meistari ella harri yvir øðrum.

Hann vísir lærsveinunum hvat fullkomin kærleiki er. Kærleiki har man er nakað fyri næstan. Har man eyðmýkir seg fyri at geva reinan kærleika.

Hetta gjørdi hann við allar 12, hóast at hann visti at Judas skuldi svíkja hann nakrar fáar tímar seinni. Hann spurdi ikki hvat teir høvdu at dragast við ella hvør hugur teirra var. Nei, hann vísti teimum øllum sama kærleika.

Hetta er eisini Jesus fyri teg. Hann elskar teg treytaleyst. Vilt tú lova honum inn í týtt lív? Vilt tú taka ímóti honum og læra at kenna tann fullkomna kærleikan.

Lat tað blíva páskir í tínum lívið, við at geva teg fullkomiliga inn til Jesu kærleika. Lat hann sleppa at tváa tínar føtur hesar páskirnar.

 

Guðs signing.