Jesus er lívsins ljós
“Eg eri ljós heimsins” (Jóh 8,12).
Tá ið Jesus sigur seg vera ljós heimsins, er tað á tí stóru leyvsalahátíðini. Jødarnir hátíðarhildu og mintust søguna um, at Gud leiddi sítt fólk í oyðimørkini um dagin við einum skýstólpa og um náttina við einum eldstólpa. So at tey kundu ganga nátt sum dag. Tá stillar Jesus seg upp mitt á tempulplássinum og sigur “Eg eri ljós heimsins, tann sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós”.
Við øðrum orðum segði Jesus, at nú er ikki longur neyðugt einans at endurminnast hendingina einaferð í oyðimørkini. Tí nú eri eg her. Tann, sum hendingin peikaði fram í móti. Jesus er tað sanna ljósið, sum upplýsir hvørja menniskju, sigur Jóhannes í fyrsta kapitli.
Tann, sum nú gongur við Jesusi, kann uppliva, at Gud er hjá sær, eins og ísraelsfólk upplivdu Gud leiða seg í oyðimørkini. Tá bjargaði Gud teimum undan deyðanum, tí herur Fáraos var eftir teimum. Men Jesus sigur: Eg eri komin at bjarga tær undan størri fígginda.
Jesus sigur okkum, at myrkrið er veruligt. Tað er alt tað, sum stendur ímóti Gudi. Tí verður myndin av myrkri eisini nýtt um staðið burtur frá Gudi. Dómadagur verður ein staðfesting av tí myrkri, sum longu er.
Bíbliusøgan sigur okkum, at Gud hevur tamarhald, og myrkar kreftir einans hava avmálda tíð. Jesus peikar á seg sjálvan sum tað sanna ljósið. Eg eri komin at sigra á myrkrinum einaferð fyri allar. Tað gjørdist myrkur um alt landið, tá ið Jesus doyði. Hann fór í helheim í títt og mítt stað.
Fyri at bjarga okkum út, mátti hann fara inn. Men deyðin hevði einki vald á honum og hann reis upp. Tí kann hann siga: Tann sum fylgir mær, skal ikki ganga í myrkrinum, men hava lívsins ljós.