Jesus er viti okkara
"Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? Við at halda seg eftir orðið tínum" (Sálm 119:9).
Vit kenna, hvussu vitar standa ymsastaðni og senda út ljós fyri at lýsa og vegleiða skipum og bátum, ið sigla nær landi. Vitin lýsir soleiðis, at skip og bátar ikki skulu sigla á land og sker, men koma trygt í havn.
Í hesum versinum omanfyri stendur, at um vit skulu ganga røttu leið, so skulu vit halda okkum til Guðs orð. Og um vit eisini lesa í Jóhannes 1, so stendur í roynd og veru, at orðið er Jesus. Tað vil siga, at vit skulu halda okkum til Jesus. Jesus kann samanberast við ein vita. Hann kann bjarga okkum, vegleiða og lýsa fyri okkum, so at vit koma trygt heim í Himmalhavnina.
Líkasum skip og bátar eru í havsneyð, tá tey renna á sker ella land, soleiðis eru vit øll menniskju í neyð. Vit eru øll fødd við synd og hetta merkir, at vit hava øll brúk fyri bjarging. Gud sendi Jesus at bjarga okkum.
Jesus er ljós heimsins og hann sigur ”fylg mær”. Lat okkum dagliga festa okkara eygu á vitan, Jesus, og lata hann vegleiða okkum og lat okkum so fylgja honum eftir.