Jesus er…
Kendi enski rithøvundurin C. S. Lewis sigur: Jesus er antin eitt lygivætti, ein ørvitisknokkur ella Harrin. Hann kann ikki bara vera ein lærari.
Nógv eru boðini í dag uppá, hvør Jesus veruliga var. Men tað hevur avgerandi týdning fyri okkara fatan av, hvør Jesus var og er, um vit trúgva, at søguligu persónurin Jesus var Guds sonur ella ikki.
Um Gud ikki er til og ikki hevur opinberað seg í Jesusi Kristi her á jørð, so var tann søguligi persónurin Jesus, sonur Jósef og Mariu úr Nasaret, bara ein ørvitisknokkur, ið dugdi stak væl at fáa fólk at trúgva upp á seg. Og so var eg ein líka stórur ørvitisknokkur og eitt lygivætti, tí eg royni at billa tykkum inn, at hesin heilt vanliga jødin var Guds sonur.
Men Jesus er ikki eitt lygivætti ella ørvitisknokkur, hann er Gud. Hann er Guds egni sonur.
So kemur spurningurin til okkara, um vit lurta vit eftir tí, sum Jesus sigur við tí í huga, at hann bara var ein vanligur persónur, ið gekk her á jørð sum tú og eg? Ella lurta vit eftir orðum hansara við tí í huga, at her talar Gud gjøgnum son sínum Jesus?