Jesus heldur eisini tær uppi
"Hann... ber allar lutir við orði veldis síns" (Hebr 1,3)
“Hann” er Jesus. Hann heldur øllum heiminum uppi.
Flestu okkara taka sum allarstørstu sjálvfylgju, at vit liva, og at tilveran gongur sína gongd. Men aftanfyri alt stendur Jesus Kristus. Vit anda og jørðin melur, tí hann sigur, at so skal vera. So máttmikið og veldigt er orð hansara. Um hann vildi, kundi hann eisini við einum orði steðga øllum, eins og hann við einum orði skapti alt, sum er til.
Kortini er hesin tanki ikki ræðandi, tí hann er tann sami, sum í sínum ósigandi kærleika gav sítt egna lív fyri at bjarga okkum. So at vit skuldu vera frí frá trældóminum undir syndini og deyðanum og ístaðin vera hansara kæru børn um allar ævir.
So satt vit trúgva á hann, er alt hetta veruleiki um okkum. “Tann, sum hevur sonin, hevur lívið; tann, sum ikki hevur Guds son, hevur ikki lívið”. So einfalt er tað. So fantastiskt er tað. So álvarsligt er tað.
Hann heldur allari tilveruni uppi. Hann heldur eisini tær í síni hond. At tosa við hann er at nema við ta hondina, sum nemur við heimin. At líta seg í hansara hendur heldur í øllum lívsins ódnum.
Tí er als einki at óttast, so satt tú hoyrir honum til! Hevur tú takkað Gudi fyri tað í dag?