Jesus tók til orða og talaði

Skrivað: Jóannis Fonsdal

Tá ið Jesus gekk á fold, talaði hann beinleiðis við fólk, men hann talar eisini í dag. Vit kunnu í dag hoyra talu hansara til okkara ígjøgnum ta bók, hann hevur givið okkum, nevniliga Bíbliuna.

Mong menniskju halda, at tað ber til at kenna Jesus uttan at lesa Bíbliuna. Tey halda, at tey kenna Jesus, men tað, hann hevur sagt, kenna tey ikki. Hvussu kunnu tey tá kenna Jesus? Tey kenna tá bara tað, tey halda, at Jesus er, ella vilja hava Jesus til at vera. Tey skapa sær ein Jesus og ein kristindóm sum passar júst til teirra lív og lívshátt.

Soleiðis ber bara ikki til at læra Jesus og hansara boðskap at kenna. Vit menniskju kunnu ikki av okkum sjálvum læra Jesus at kenna. Vit mugu leita til tað, hann hevur sagt, tvs. Bíbliuna fyri at finna fram til, hvør og hvussu hann er. Leita vit inni í okkum sjálvum, verður tað ein púra vrang mynd av honum, vit finna fram til.

Ein góð kend bøn: Góði Gud! Eg takki tær fyri títt heilaga orð til mín í dag. Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa mær vegin til sannleika og til sælu.