Jólafjarritið
”Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum. ”
2. Kor. 5,21
Georg Kramer, ein ungur maður, var fjarritari, og tað fell í hansara lut at hava vakt jólaaftan og jólanátt. Meðan vinmenninir kundu halda jól hjá sínari familju, sat hann einsamallur á skrivstovuni og stardi sorgarbundin fram fyri seg.
Alt lívið kom fram fyri hann henda stilla kvøldartíma. Hann sá seg sum barn í húsinum hjá gudrøknu foreldrum sínum. Hann var elstur í einum stórum barnaflokki. Her hevði hann lært at trúgva á Jesus og biðja til hansara og at leggja bæði sorgir og gleðir yvir á hann. Men tá ið hann fór heimanífrá, slepti hann øllum hesum. Í kæti og stuttleika hevði hann livað saman við líka so kátum vinum; men hann fekk ikki fjalt fyri sær sjálvum, at hann hevði ein djúpan longsul og eina óskiljandi pínu í hjartanum.
Fyri 14 døgum síðani hevði hann staðið við børuna hjá einum vinmanni, og har vórðu orð borin fram, ið vóru trongd inn í sál hansara sum eitt tvíeggjað svørð. Hann kom líka sum ikki fyri seg aftur og í kvøld var reint galið, tá ið minnini heimanífrá trokaðu seg fram.
Hann sá pápa sín fyri sær, hvussu hann tók ta heilagu bókina og las jólaevangeliið upp, og húsfólkini sungu teir kendu jólasálmarnar. Men á pannuni á pápanum hvíldi eitt skýggj. Hann hugsar um sonin – hin villfarna – tað leggur seg sum ein skuggi yvir høgtíðsgleðina.
Georg Kramer verður brádliga skræddur út úr sínum tonkum. Tað ringir, og hann fer yvir til tólið. Pappírsstrimmilin fer gjøgnum hendur hansara. Hann hvøkkur við. Eitt sovorðið fjarrit hevur hann ongantíð sæð fyrr. Hann lesur tað eina ferð afturat:
“Kæri bróðir!” stendur har. “Verðin var glatað; men Kristus er føddur! Gleð teg, mannaætt, gleð teg bróðir og lat hesa gleði fylla hjarta títt. Tí Gud hevur lagt son sín undir lógina, „til tess at hann kundi keypa tey leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu fáa sonarættin. “ (Gal. 4,5) ”Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum. ” 2. Kor. 5,21
Systir tín
Fjarritið var ikki til hansara, men var ætlað einum handilsmanni, sum æt Hammer; men tað hevði nomið hjarta hansara, og hann var ógvuliga rørdur.
Nakrir tímar ganga. Tað er aftur púra kvirt í rúminum; men Georg Kramer situr við samanløgdum hondum og við boygdum høvdi uppi yvir einari upplatnari bók, sum liggur á borðinum. Hann veit neyvan, hvar hann hevur funnið hesa bókina, ella hvussu hon er komin higar, men tað er eitt Nýggja Testamenti. Hann hevur ognað sær jólanna vælsignaða og gleðiliga boðskap: “Tykkum er í dag ein Frelsari føddur …” (Luk. 2,11), og ongantíð hevur hann sum nú sæð, at honum tørvar ein Frelsara, tí hann sær og játtar seg nú sum ein stóran syndara.
Ein tíma fyri og annan eftir situr hann og lesur jólaevangeliið umaftur og umaftur. Hann biður Gud um náði og frið vegna Jesus, Guds einborna son, sum kom til jarðar at bera frið. Tíðin er næstan farin, hann verður skjótt loystur av. Hann kvikar sær yvir til telegrafin og sendur soljóðandi fjarrit heim:
“Kæru foreldur! Í andanum haldi eg jól við tykkum í trúnni á Guds náði.”
Kæri lesari! Boðskapurin úr Himli er eisini sendur tær, so at tú kanst gleðast. Hugsa tær, sonur Guds kom til jarðar við friði! Er hetta ikki okkurt, sum kann gleða teg mitt í hesum heimi, sum er fullur av ófriði. Hann kemur at búgva í hjørtum okkara við trúnni, og hann ber frið inn í hjartað. Henda arvin gav hann sínum fyrstu lærusveinum, áðrenn hann fór frá teimum. Hann kundi ikki geva teimum sovorðið, sum heimurin plagar at geva í arv; men hann segði:
“Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum …” (Jóh. 14,27),
„Og hann kom og boðaði frið fyri tykkum, sum langt burtur vóru, og frið fyri teimum, sum nær vóru. “ (Ef. 2,17);
tí hann “ … íbirti frið við blóðinum á krossi hansara. ” (Kol.1,20).
Har hann kemur inn, har verður friður.
“Budskab fra Naadens Rige”
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

