Jólaminni
„Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt! “
2.Kor. 5,17
Í barna- og unglingaárum helt eg jól saman við familju míni, og tað vóru altíð jól uttan Jesus. Men eftir at eg var vorðin umvendur, upplivdi eg tey fyrstu jólini einsamallur saman við Jesusi og heimleysur sum hann. Eins og hin burturvilsti sonurin í líknilsinum hevði eg kvett alt samband við faðirhúsið, og eg skammaðist at skula standa til svars fyri gerðir mínar. Harumframt var pápi longu deyður, og faðirarvurin oyddur.
Men júst tá møtti eg óvæntað Jesusi. Hann kom á veg mín gjøgnum eitt menniskja, sum endurspeglaði og opinberaði Himmalsins dýrd fyri mínum tóma, fátæka hjarta. Har inni var enn myrkari og meiri oyði enn sjálvt í fjósinum í Betlehem. Hóast tað kom hann kortini inn hagar við sínum ríku gávum: Fyrigeving, gleði og nýggjum lívi.
Eg kundi kortini ikki venda aftur til familjuna beinanvegin. Eg vildi fyrst síggja, um hetta bert var eitt upplop, soleiðis sum summi ófrelst høvdu sagt, ella um eg av sonnum hevði funnið okkurt, sum helt og framvegis kundi hjálpa mær í freistingum mínum og trupulleikum. Bert tá bar til hjá mær at vitna, at gjøgnum umvending var alt vorðið broytt. Tí var eg tey fyrstu jólini einsamallur saman við Jesusi.
Hesa tíðina leigaði eg eitt kamar hjá trimum kristnum systkjum, sum búðu saman. Fyri at tey ikki, um eg sat heima, skuldu kenna tað sum skyldu sína at bjóða mær at halda jól saman við teimum, fór eg tíðliga út tann seinnapartin.
Glaður og takksamur yvir Jesus, Guds ómetaligu ríku gávu, sum eg nú hevði tikið ímóti í hjarta mínum, gekk eg oman eftir einari gøtu fyri og aðrari eftir hetta kvøldið. Eg hugdi inn gjøgnum upplýst vindeygu, har gardinurnar vóru drignar frá. Eg sá strálandi jólatrø og stovur, sum vóru sum eitt ljóshav. Stundum sá eg eisini heili húski samlað um jólaborðið. Til aðrar tíðir dansaðu tey um jólatræið.
Eg var ikki øvundsjúkur, kendi meg ikki heimleysan. Heldur ikki longdist mær aftur til barna- og ungdómsjólini uttan Jesus. Hóast eg var langt burturi frá familju míni og ongar jólagávur fekk, frøddist eg um, hvussu dýrabarur Jesus var vorðin mær!
Næstu jólini var eg saman við mínum næstingum – og við Jesusi. Frammanundan var hin burturvilsti sonurin kortini vendur aftur og hevði fingið tey forrættindi at býta út til síni kæru av tí ríkidømi, sum hann hevði funnið í Jesusi Kristi. Bæði mamma mín og systrar mínar høvdu beinanvegin latið hjørtu síni upp fyri mínum undurfulla Frelsara.
Síðani seinastu jól var hin einaferð burturvilsti sonurin vorðin ein Harrans tænari og hevði fingið egnan møtisal. Har var tað, at hann nú helt høgtíð saman við næstrafólki sínum, við nøkrum kristnum hjálparmonnum og við nøkrum bodnum gestum. Gestirnir vóru nakrar einligar mammur við børnum, sum vit høvdu hitt í fátækrabýlinginum. Hetta gjørdist hæddin av øllum jólahaldi, sum eg til tá hevði verið við til. Har var ljóst og heitt bæði andaliga og likamliga.
Uttanfyri blásti norðanvindurin, og kavin feyk. Brádliga kendi eg meg drivnan at hyggja, um onkur einsligur vallari skuldi verið úti á gøtuni, og eg læt dyrnar upp. Jú, beint framman fyri tí stóra, upplýsta vindeyganum stóð ein maður við nøsini trýstari inn móti rútinum. Hann hevði ongan yvirfrakka og var so kaldur, at hann skalv.
“Kom innum,” rópti eg í somu løtu til hansara. “Tær nýtist ikki at standa úti. Her er rúm fyri tær við!”
Maðurin hvakk við, og hann hugdi ræðslusligin tann vegin, røddin kom. Síðani turnaði hann avstað øvugtan veg.
Fyrst gjørdist eg heilt forfardur; men so mátti eg hugsa: “Eg skilji væl, at hann heldur, at hann ikki hóskar í okkara upplýsta veitslulag. Tað er alt ov ljóst fyri hann, sum veit, at hann er dálkaður. Um Gud vildi latið Himmalsins portur upp á víðan vegg og boðið øllum syndarum at komið inn til dýrd sína, tá veit eg, at bert tey høvdu vágað at stigið innum, sum frammanundan eru blivin reinsað í Jesu blóði og ílatin hin hvíta høgtíðsbúnan.”
Rikard Fris.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

