Kann meg, Gud!
”Kanna meg, Gud, og kenn mítt hjartla, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á
glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” Sálm. 139, 23-24.
Hettar er ein bøn Dávid biðjur. Ein góð bøn, har hann biðjur Gud um at kanna seg, rannsaka seg.
Kenn mítt hjarta og kenn mína hugsan, sigur Dávid. Ein bøn vit kunnu læra okkum, og hava hana
við okkum gjøgnum dagligdagin.
Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin.
Tað er gott fyri okkum at biðja til Gud , um at minna okkum á hvar vit eru. Biðja Gud dagliga, um at
kanna okkum, og kenna okkara hjarta og hugsan. Biðja Gud um at vita um vit ganga á glatunarvegi
og leiða okkum á hin æviga vegin.