Kennir tú Harran?
Men enn kendi Sámuel ikki Harran. (1 Sám 3,7)
Profeturin Sámuel var lítil drongur, tá ið hann kom til prestin Eli í Silo. Silo er í Sámáriu á Efraims fjøllum. Í dag síggjast bara nakrar toftir av tí býi, sum einaferð var har. Tá ið Sámuel livdi har, var eitt tempul í býnum, og sáttmálaørkin var eisini har eina tíð. Fólkið kom hagar at tilbiðja Harran.
1. Sámuelsbók 3,3 stendur: ”Og Sámuel lá í templi Harrans, har sum Guðs ørk var”. Kundi hann vera tættari Gudi? So kallar Gud á hann. Sámuel heldur, at tað er Eli, sum talar, og fer inn til hansara. Tað hendir tríggjar ferðir.
Tá stendur um Sámuel: ”Men enn kendi Sámuel ikki Harran.” (1 Sám 3,7).
Men so kallar Harrin aftur, og Eli sigur við hann, at tað er Harrin, ið kallar. Síðani talaði Harrin við Sámuel.
Sámuel kom ikki bara at hava eina vitan um Gud. Nei, hann kom veruliga at kenna hann. At kenna merkir í bíbilskum høpi at hava ein inniligan felagsskap við hvønn annan. Tað, sum tvey góð vinfólk ella hjún hava sínámillum.
Vit kunnu eisini eins og Sámuel, liva tætt Gudi, uttan at kenna hann.
Harrin kallar eisini á okkum. Tað kann vera eitt kall at venda um, eitt kall til at sanna, at hann er Gud ella eitt kall til inniligan, tættan felagsskap við hann.
Hoyrir tú Harrans kall?
Hann kann kalla á ymiskan hátt. Tað kann vera gjøgnum sjúku, deyða ella í dreymi, men sum oftast er tað, tá ið vit hoyra ella lesa í Bíbliuni, at hann kallar. Tak tí ríkiligt til tín úr Guds orði. So skal tú eisini koma at kenna Harran.