Ketil við køldum vatni
”Kærleikin fellur onga tíð burtur; men hvørt tað so eru profetagávur, so skulu tær fáa enda, ella tungur, so skulu tær tagna, ella kunnleiki, so skal hann fáa enda. ”
1.Kor.13,8
Fyri árum síðani var eitt føroyskt ferðalag í Bangladesj. Tey komu í prát við fólkið á staðnum, og tosið datt niður á hjúnalagið. Onkur føroyingur spurdi eina kvinnu, um hon ikki helt tað vera púra burturvið nú á døgum, at foreldrini skuldu velja henni mannin, hon skuldi giftast við.
Men tað helt hon ikki. ”Tit velja sjálv. Í fyrstuni er kærleiki tykkara so heitur, at hann brennir alt av, og minst helvtin av hjúnaløgum tykkara fer í sor. Tit valdu sjálv – illa var valt – tit kunnu ikki brigsla nøkrum fyri hetta valið. Tykkara máti hevur spælt fallit!
Nei, kærleiki merkir trúfesti og álit, meir enn romantikkur og kenslur. Okkara hjúnalag er at sammeta við ein ketil við køldum vatni, sum verður settur útá og spakuliga hitaður upp. Kærleikin hjá okkum kemur so líðandi gjøgnum samlívið, og hann varir allar ævir.”
Effie Campbell