Kristindómur og politikkur
”Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni. ”
Matt.7,24
Aril Edvardsen
Summi siga: „Blanda ikki kristindóm og politikk saman, tí tað er ein vandamikil blanding.“ Hvør, ið hevur funnið upp á handa pástandin, veit eg ikki; men viðkomandi hevur ið hvussu er ikki lisið Bíbliuna, tí hon boðar beint hitt øvugta.
Líka frá Mósebókunum og allan vegin út eftir lesa vit, at kongar og oddamenn fólksins hildu fram Guds orð og vilja hansara fyri fólkinum. Hesi bæði størv teirra vóru líka sum eitt og hitt sama. Tak t.d. Móses, Jósva, Ezra, Ester og Dánjal, og tá ið vit koma út í Nýggja Testamenti lesa vit um, hvussu Paulus og teir strandaðu á Malta, og hægsti maður á oynni, Publius, tók ímóti teimum og vísti teimum gestablídni. Faðir Publiusar lá sjúkur við fepuri og blóðgangi; men Paulus fór inn til hansara og helt bøn og legði hendurnar á hann og grøddi hann. Síðani komu eisini hini á oynni, sum vóru sjúk, til hansara og vórðu grødd.
Latið okkum byggja á klettin, orðið sum er Kristus. Tá verða húsini standandi, tá ið ódnirnar bresta á.
Effie Campbell umsetti.