Kristus hin størsta fyrimyndin í trúgv
Latum tí okkum eisini, við tað at vit hava slíkt stórt skýggj av vitnum uttan um okkum, seta av okkum eina og hvørja byrði og syndina, sum lættliga darvar, og við treysti renna tað skeið, sum okkum er fyri sett, við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guds. Ja, hugsið um hann, sum hevur tolt slíkt mótmæli móti sær av syndarum, fyri at tit ikki skulu troyttast og verða givnir í sálum tykkara. (Hebr 12,1-3)
Rithøvundurin av Hebrearabrævinum vísir okkum á, at Jesus er orsøkin til okkara trúgv, og at vit kalla okkum kristin, og at hann eigur at vera okkara fyrimynd. Lívið sum trúgvandi eigur ikki at vera eitt óvirkið lív. Vit eiga at vera virkin, hyggja at, hvussu Jesus livdi, og stremba eftir at liva sum hann. Tað er ikki lætt. Men tað er tað vert!
Jesus var trúgvur ímóti tí, sum hann var kallaður til, líkamikið hvussu hart tað var – at pínast og doyggja fyri teg og meg. Hann sveittaði blóð og var ræðuliga óttafullur. Men hann gjørdi tað við gleði, tí hann visti, at tað fór at geva tær og mær ævigt lív!
Vit eru kallað at liva sum Jesus: tolin, trúføst, full í kærleika til onnur, hjálpandi, eyðmjúk, ikki klandursom. Vit eru kallað til at fortelja øðrum menniskjum um tað, Jesus hevur gjørt fyri tey. Og at elska tey eins og Jesus gjørdi. Eisini ta neyðars einsamøllu gentuna, sum altíð verður happað, og tann argandi persónin, sum altíð ger tær fortreð. Elska eisini tey, tí tað hevði Jesus gjørt.
Heri Danielsen, Toftir