Kýros kongur og nútíðin
Vit spola tíðina langt aftur, heilt aftur til ár 539 fyri Kristi føðing. Støðan var tann, at Jerúsalem var vorðið álopið og oyðilagt, og meginparturin av íbúgvunum í syðra partinum av Ísrael, vórðu førdir í útlegd til Bábylon. Har høvdu tey so verið tey seinastu nógvu árini. Men Harrin hoyrdi teirra bøn og brúkti Kýros kong sum sítt amboð, soleiðis, at fólkið slapp heimaftur til sítt egna land. Tá er tað, at Gud sigur hesi kendu orðini:
«Alt at ellisárum eri eg hin sami; eg beri tykkum, til hárini á tykkum grána; eg lyfti og fari undir tykkum, eg beri og bjargi tykkum».(Jes 46,4). Og eisini: «Tí at um so fjøllini vikast, og heyggjarnir ridla, skal tó kærleiki mín ikki frá tær víkja og friðarsáttmáli mín ikki gretta, sigur Harrin, miskunnari tín». (Jes 54,10).
Ísraelsfólk hava uttan iva dagliga suffað yvir sína støðu í Bábylon og roynt at yvirliva við at halda lív í vónini um, at einaferð fór alt at broytast. Einaferð sleppa vit heimaftur.
At liva í nú-inum, er ikki altíð so lætt, sum tað ljóðar. Serliga ikki, um tú ert staddur mitt í onkrum trupulleika, ella í onkrum, sum, í hvussu er, kennist sera trupult. Tá hava vit ofta lyndi til at hyggja frameftir, aftureftir ella til síðirnar – hyggja uppá hini og samanbera okkum við tey. Vit fyrigykla okkum mangan, at hini hava ongar trupulleikar at stríðast við – ikki soleiðis sum eg, í hvussu er.
Kenslan av avmakt ella hjálparloysi kann fáa okkum at finna uppá tað mest ótrúliga til tess at sleppa undan teimum kroystu kenslunum: Alt frá ováti til yvirforbrúk ella missbrúk av ymiskum slag. Vit vilja so fegin hava hesar kroystu kenslurnar gjørdar til einkis!
Men Gud er eisini hjá okkum í nú-inum! Hann er hjá mær her og nú! Gud er størri enn okkara kroystu kenslur og – í okkara eygum – tvørligu umstøðum!
Tí at um so fjøllini vikast, og heyggjarnir ridla… Um fjøllini eru farin at vikast og heyggjarnir ridla, eru rættiliga stórar kreftir uppá spæl. Men Gud er størri, tí hansara kærleiki, hansara friður og hansara máttur er framvegis tann sami.
Gud hjálp mær at liva í nú-inum og líta á teg!