Latum okkum bjóða í brúdleyp

Skrivað: Jóannis Fonsdal

Jesus talar ofta í líknilsum, tvs. at hann ger eina samanbering millum nakað kent og nakað ókent, hann fortelur eina skilliga søgu fyri at greiða frá tí óskilliga, t.d. himmiríkið. Hetta brúkti Jesus nógv og ígjøgnum Jesu líknilsi kunnu vit fáa eina fatan av, hvussu tað verður, tá ið vit eina ferð skulu møtast á himli.

Vit kunnu bara finna fram til hvussu himmiríkið er og verður, við at leita til Guds orð, har Gud hevur opinberað eitt sindur fyri okkum um himmiríkið. Í einum líknilisi (Matt 22) verður himmiríkið samanborið við brúdleypið hjá einum kongasyni.

Kongurin er Gud og sonurin er Jesus. Brúdleypið er tá ið Jesus, brúdgómmurin skal fult og heilt sameinast við brúður sína, t.e. øll trúgvandi. Tað verður ein stór veitsla.

Á himni verður ikki keðiligt, tí Gud elskar veitslur. Í Luk 15 lesa vit, at hann ger eina stóru veitslu í himli, tá ið ein syndari vendir um. Í Op 19 lesa vit eisini um eitt stórt brúdleyp, nevniliga lambsins brúdleyp. Í Matt 22 fáa vit so eina aðra lýsing av tí himmalska brúdleypinum.

Hetta himmalska brúdleypið hava øll kristin tann ótrúliga møguleikan og ta stóru ábyrgd at bjóða øðrum við í.