Leita til kelduna við livandi vatnið

Skrivað: Jóannis Fonsdal

Tá ið Jesus møtti syndafullu konuni við Jákupsbrunnin í Sikar, helt hon óivað sjálv, at hon ikki livdi serliga “smart” lív, men at hon var ein syndarar yvir fyri Gudi, var neyvan í hennara tankum fyrr enn Jesus við Heilaga andans hjálp sannførdi hana um, at so var. Jesus peikaði á, at hon livdi eitt lív í leysalevnað, men tað var Heilagi andin, sum sannførdi hana um, at hennara leysalevnaður veruliga var ein trupulleiki yvir fyri Gudi.

Andin virkar á sama hátt í dag. Tá ið Guds orð verður boðað, so kann Gud við sínum Heilaga anda sannføra okkum um, at okkara lív veruliga er ein trupulleiki yvir fyri Gudi.

Men tá ið Heilagi andin fær sannført okkum um tað, so fær hann okkum at leita til Guds, so fær hann okkum at leita til kelduna við tí livandi vatninum, so vit ikki skulu tysta aftur. Tí tá verður okkara viðføddi tosti eftir samfelagi við Gud sløktur. Gud hevur skapað okkum til at hava samfelag við seg og tann tostan kann einki annað sløkkja, hóast mong menniskju royna at sløkkja tann tostan við teimum tilboðum, sum heimurin bjóðar. Latum okkum leita til tað einastu kelduna við livandi vatni, Jesus Kristus!